Finger-Touch
- info near you...
Forsíða ›  Loysnir ›  Skíggjar ›  Um finger-touch ›  Kom á skíggjan ›  Gratis hald ›  Finger-Touch.com á Facebook
Samband
Føroyar
Clement Christiansen
Niels Finsensgøta 43
FO-100 Tórshavn
Tlf. +298 21 22 04

Danmark
Niels Mellemgaard
Spættevej 23
DK-8210 Aarhus V
Tlf. +45 28 71 93 39
Tlf. +298 27 31 59

info@finger-touch.com

Loysnir

Vit hava ymiskar loysnir so tú lætt og ómakaleyst kann koma á skíggjarnar. Tú kan keypa tað, tær tørvar.

Okkara loysnir eru bygdar á, at tú hevur dagføringina um hendi á skíggjanum við einum kaga (brows’ara). Tvs. at tú loggar á eina heimasíðu og á tann hátt kanst dagføra innihaldið á skíggjanum - einfalt og líkatil. Innihaldið í skipanini er bygd á modul, tvs. at skipanin verður veitt við standardmodulum.

Standardloysn

Ein standardloysn gevur tær tað mesta tú hevur brúk fyri, so sum:

  • Lýsing av virki, bústaði, tel v.m.
  • Staðseting av virki á býarkorti
  • Plasering á føroyakorti
  • Upplýsingar um bústað
  • Upplýsingar um upplatingartíðir
  • Support

Skermmyndir av eini standardloysn: 1 | 2 | 3 | 4 | 5

Víðka loysn

Umframt omanfyri nevndu uppsetan, eru fylgjandi modulir við í tí víðkaðu loysnini:

  • Dagfest tíðindi
  • Myndagallerí
  • Tilboð
  • Eyka pláss við víðkaðum møguleikum
  • Menukort til t.d. hotell og matstovur

Skermmyndir av eini víðka loysn: 1 | 2 | 3 | 4 | 5 | 6 | 7 | 8 | 9 | 10 | 11

Serloysn

Kundi tú hugsað tær eina loysn, sum víkir frá okkara standardloysn, letur hetta seg sjálvandi gera. Lat okkum práta saman og finna eina loysn, sum gongur tínum ynskjum á møti - og soleiðis hóskar júst til tín.

Síggjast betri - bannarar

Umframt standardmodulini og møguleikan at velja ímillum ymisk modul, kunnu vit bjóða bannarpláss, har til ber at fáa serstakt pláss á skíggjanum.

Globalur bannari

Hesir bannarar verða í vinstru- og høgru síðu, óansæð hvar á skíggjanum, brúkarin er staddur. Prísurin er kr. 4.250,- um hálvárið.

Lokalur bannari

Hesir bannarar verða á teimum ymisku síðunum, men verða ikki at síggja, tá brúkarin er inni á einari ávísari síðu, sum t.d. einari fyritøku. Prísurin fyrsta hálvárið er kr. 3.375,-.

Klippikortskipan

Vit kunnu bjóða eina klippikortskipan til t.d. dagføringar af innihaldinum. Tað vil siga, at tú keypir eitt klippikort frá finger-touch.com, sum vil vera ein hjálp hjá tær, um vit skulu dagføra títt innihald, myndir ella tekst um tú t.d. ikki hevur tíð at taka tær av hesum sjálv/sjálvur.

Avtalan inniber, at tú keypir eitt klippikort við 10 klippum fyri kr. 3.125,- frá Finger-Touch. Hvørt klipp inniheldur arbeiði í 2 tímar, í alt 20 tímar. Sum dømi um brúk av klippikortinum kan nevnast, at tú kanst senda inn tínar upplýsingar, sum vit so kunnu dagføra fyri teg.

Heint pdf fíl við upplýsingum og prísum..